Einki ítøkiligt komið burturúr

Einki ítøkiligt komið burturúr
Semingsroyndin millum Starvsfelagið, Lønardeildina og KAF er byrjað
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
10.01.2022 - 16:59

Klokkan 10 fyrrapartin byrjaði semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Starvsfelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson sigur, at partarnar hava prátað saman í dag.

Annars er einki ítøkiligt komið burturúr.

Hann roknar við, at semingsroyndin heldur fram út á kvøldið, og annars hittast partarnir aftur í morgin.

Semingsroyndin er á Hotel Brandan í Havn.

Ætlanin var annars at fara undir semingsroyndina 7. desember, men korona útsetti tað.

Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576