Nato hevur aftur fund um Ukraina

Nato hevur aftur fund um Ukraina
Russiski og amerikanski varauttanríkisráðharrin vera eisini við á fundinum í Brússel
Jens Stoltenberg er Nato-aðalskrivari.
Mynd: RitzauScanpix  
 
12.01.2022 - 09:11

Nato fer aftur í dag hava fund við Russland.

Fundurin verður í Brússel, og á fundinum vera sendifólkini hjá Nato, og Sergej Riabkov og Wendy Sherman, sum eru varauttanríðisráðharrar hjá ávikavist Russlandi og USA.

Fundurin í dag verður tveir dagar eftir, at embætisfólk hjá Russlandi og USA hittust í Geneve.

 

Støðan er spent

Støðan millum vesturheimin og Russland hevur verið spent seinastu tíðina, og fleiri lond hava kært Russland fyri at dubba seg við markið millum Russland og Ukraina.

Ukraina stúrir fyri, at Russland fer at gera innrás í eystara parti av Ukraina, har loysingarfólk við stuðli úr Russlandi hava stríðst móti ukrainskum herdeildum, síðani Russland hertók Krim-hálvoynna í 2014.

Russland hevur tó víst aftur, at ætlanin er at gera innrás í Ukraina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655