Fegnast um at Føroyabanki verður latin upp

Fegnast um at Føroyabanki verður latin upp
Formaðurin í Fiskimannafelagnum tekur undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum at lata meira upp fyri fiskiskapinum á Bankanum
Jan Højgaard er formaður í Fiskimannafelagnum.
 
13.01.2022 - 09:26

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, fegnast um útmeldingina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum herfyri mælti til at lata meira upp fyri fiskiskapi á Føroya banka. 

Hóast Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum var fámæltur -  hann hevði bert sitið tríggjar dagar í sessinum - so tekur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, undir við ætlanini hjá nýggja landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at lata meira upp fyri fiskiskapi á Føroyabanka.  

Havstovan lhevur eisini dyrnar á gloppi. Hon mælir til at lata upp fyri avmarkaðum vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka. Mælt verður til, at høvuðsreiðskapurin á Bankanum framhaldandi verður lína, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans.

Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri, verður mælt til, at ávís øki á Føroyabanka verða friðað í gýtingartíðini hjá toski.

Hoyr samrøðu við Jan Højgaard í útvarpstíðindunum her.
 

1502031


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655