Sáttmálin við Starvsfelagið leggur støðið

Sáttmálin við Starvsfelagið leggur støðið
Hetta verður tað, sum onnur fakfeløg eisini skulu vænta sær, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at nú er leisturin lagdur fyri lønarsamráðingar við onnur fakfeløg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2022 - 16:29

Sáttmálin, sum Fíggjarmálaráðið í dag samdist um við Starvsfelagið, leggur støðið fyri komandi sáttmálasamráðingar.

Tað sigur landstýrismaðurin í fíggjarmálum um sáttmálan, sum var undirskrivaður í dag.

Starvsfólk í Starvsfelagnum fáa 1,25 prosent í lønarhækking 1. januar í ár, tey í 20. lønarflokki og undir fáa 740 kr., og tey, sum eru í 21. lønarflokki og hægri, fáa  540 kr. 1. oktober í ár. 

1. oktober næsta ár hækkar lønin 2,75 prosent. 

Hetta verður tað, sum onnur fakfeløg eisini skulu vænta sær, sigur Jørgen Niclasen.

Hoyr landsstýrismannin í fíggjarmálum her:

1502269

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781