Nú er hann ikki kongalig hátign longur

Nú er hann ikki kongalig hátign longur
Bretska kongshúsið tekur frástøðu frá Andrew prinsi, tí hann er vavdur upp í eina gølu um kynsligan ágang
Andrew prinsur hevur mist heitið kongalig hátign.
Mynd: RitzauScanpix  
 
14.01.2022 - 09:21

Í Bretlandi hevur Andrew prinsur mist heitið kongalig hátign.

Tað skrivaði bretska kongshúsið í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.

Kongshúsið tekur samstundis frástøðu til hansara.

Boðini komu dagin eftir, at ein dómstólur í New York kom til ta niðurstøðu, at rættarmálið um, at Andrew prinsur hevur framt kynsligan ágang ímóti 17 ára gamlari gentu í 2001, kann halda fram.

Gjørdi avtalu við Epstein

Gentan, Virginia Giuffre, skrivaði í 2009 undir avtalu við Jeffrey Epstein, tá hann var ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á Giuffre.

Hon fekk tá 500 túsund dollarar, og avtalan var eisini, at hon kundi ikki reisa sakarmál ímóti øðrum.

Men niðurstøðan í dómstólinum í New York er, at tann avtalan forðar ikki sakarmálinum millum Virginia Giuffre og Andrew prins.

Bretska kongshúsið sigur nú, at Andrew prinsur kann ikki átaka sær almennar kongaligar uppgávur, og hann fer at verja seg í rættarmálinum sum privatpersónur, skrivar bretska kongshúsið.

Virginia Giuffre saman við Andrew prinsi. Nú hevur ein gøla tikið seg upp um bretska prinsin, og kongshúsið tikið kongalig heiti frá honum.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375