Hægsti oljuprísur í sjey ár

Hægsti oljuprísur í sjey ár
Fríggjakvøldið var ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri 86,45 dollarar, og tað er tað mesta síðani í oktober í 2014
Lítið er av olju á goymslu í løtuni, og tað fær prísin at hækka munandi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
17.01.2022 - 10:11

Oljuprísurin hevur ikki verið so høgur seinastu sjey árini, sum hann er nú.

Greinarar siga seg rokna við, at prísurin fer at halda fram at hækka, tí óvist er, um nóg mikið av olju verður í summar, tá eftirspurningurin er størstur.

Víst verður eisini á, at so lítið av olju hevur ikki verið á goymslu í fleiri ár.

Fríggjakvøldið var ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri 86,45 dollarar, og tað er tað mesta síðani í oktober í 2014.

Tá var prísurin eitt skifti 115 dollarar fyri tunnuna.

Nú verður mett, at amerikansku oljugoymslurnar eru tær minstu seinastu fimm árini, og tí verður roknað við, at oljuprísurin fer at hækka uppaftur meir.

 

Spenta støðan hækkar prísin

Fleiri staðni í heiminum er støðan óstøðug, og kreppa er í Kasakstan, og millum Rusland og Ukraina. Tað kann eisini ávirka prísin.

Samstundis setur prísurin á gassi met, og tí er ikki óvist, at tað eisini fer at ávirka oljuprísin, so hann hækkar, er metingin.

Í juni í 2014 setti oljuprísurin met, men stutt eftir rapaði prísurin, tí útboðið av skiferolju úr USA tók dik á seg.

Tað vænta greinarar ikki fer at henda aftur, tí nú samstarva fleiri oljulond við OPEC, og samstarvið vísir seg at virka væl, skrivar Dagens Næringsliv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498