Mentanarhúsið í Klaksvík fer at eita Varpið

Mentanarhúsið í Klaksvík fer at eita Varpið
Poulina Slættanes, sum er ættað úr Klaksvík, eigur navnið, ið er kent staðarnavn
Poulina Slættanes eigur navnið á nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík: Varpið.
 
18.01.2022 - 14:40

Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík hevur fingið navn. Tað skal eita Varpið.

Í vetur varð skipað fyri navnakapping til mentanarhúsið í Klaksvík, har freistin fyri at senda inn uppskot var 16. november 2021.

60 fólk sendu inn tilsamans 70 uppskot um navn. Stýrið fyri Grunnin hevur síðani viðgjørt uppskotini á nøkrum fundum.

Á fundi 11. januar var so avgerð tikin um at halda seg til uppskotið hjá Poulinu Slættanes - at navnið á mentanarhúsinum skal verða: Varpið!

Kent staðarnavn

Umráðandi var at fáa eitt navn, sum er serstakt, lætt at minnast, lætt at siga og er serstakt fyri Klaksvík. Varpið er kent staðarnavn í Klaksvík, ið helst stavar frá Nólsoyar Pálli.

Stýrið heldur, at orðið Varpið fer at sita væl, er hóskiliga stutt, hevur fleiri týdningar fyri brúkið av húsinum og ljóðar forkunnugt, samstundis sum tað er kent í Klaksvík í ymiskum brúki, sigur forkvinnan í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.
 

Poulina Slættanes og forkvinnan í stýrinum fyri Grunnin, Jóhanna C. Christiansen.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744