Elsti maður í heiminum deyður

Elsti maður í heiminum deyður
Saturnino de la Fuente var 112 ár og 11 mánaðar gamal
Saturnino de la Fuente var elsti maður í heiminum. Hann var næstan 113 ára gamal, nú hann doyði.
 
19.01.2022 - 15:40

Elsti maður í heiminum, spaniólin Saturnino de la Fuente, doyði í gjár. Hann var 112 ár og 11 mánaðar gamal. 

Saturnino varð føddur í býnum León í Castilla-landspartinum har norðuri í Spania 11. februar 1909, og hann doyði í sama býi, skrivar spanska tíðindastovan, EFE, og Guinness Book of World Records.

Saturnino de la Fuente giftist Antoniu í 1933 og saman fingu tey átta børn, 14 barnabørn og 22 langabbabørn.

Hann arbeiddi sum skósmiður alla ævi sína. 

Eftir de la Fuente er venesuelarin, Juan Vicente Pérez Mora, elsti maður í heiminum. Hann er 112 ár og átta mánaðar gamal, føddur 27. mai 1909. 

Elsta kvinna, sum eisini er elsta fólk í heiminum, er japanarin Kane Tanaka. 

Hon helt 119 ára føðingardag 2. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375