KAF: Lønin einsamøll loysir ikki starvsfólkatrotið

KAF: Lønin einsamøll loysir ikki starvsfólkatrotið
Kommunala arbeiðsgevarafelagið heldur, at heilsuhjálparar og heimahjálparar eiga at verða settir í starv við hægri ella fullum arbeiðsbroti
Røktarheimið á Mørkini. Kommunala arbeiðsgevarafelagið heldur, at at lønin einsamøll loysir ikki stóra starvsfólkatrotið á eldraøkinum. Arbeiðsumstøðurnar telja eisini.
 
21.01.2022 - 08:48

Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt vart við seg, nú Heilsuhjálparafelagið fyrr í vikuni segði, at miðal mánaðarlønin hjá heilsuhjálparum var í fjør beint yvir 15.000 kr. 

Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur, at endalønin hjá heilsuhjálparum er góðar 27.000 kr. um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn.

Felagið sigur um miðallønina hjá heilsuhjálparum og heimahjálparum, sum starvast á eldraøkinum, at fjórði hvør fekk meira enn 23.600 kr. um mánaðin umframt eftirløn, og helvtin fekk meira enn 20.600 kr. um mánaðin umframt eftirløn í fjør.

Samráðingar eru millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið í løtuni.

 

Lønin loysir ikki alt

Arbeiðsgevarafelagið heldur, at partarnir eiga at kanna møguleikarnar fyri at fáa heilsuhjálparar og heimahjálparar settar í starv við hægri ella við fullum arbeiðsbrotparti.

Men felagið heldur, at lønin einsamøll loysir ikki stóra starvsfólkatrotið. Arbeiðsumstøðurnar telja eisini.

Tað undrar Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at Heilsuhjálparafelagið fer til Fíggjarmálaráðið at viðgera støðuna á eldraøkinum, sum er eitt sáttmálaøki, sum kommunurnar varða av.

 

9,4 mió. kr.

Tað hevði kostað 9,4 milliónir krónur, um allir heilsuhjálparar fingu tað sama í mánaðarløn, sum miðallønin er í almenna geiranum. 

Heilsuhjálparafelagið hevur verið í Fíggjarmálaráðnum við hesum boðskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375