Gevast at kanna við landamarkið 1. februar

Gevast at kanna við landamarkið 1. februar
Nú verður givist at kanna fyri koronu á flogvøllinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2022 - 17:50

Frá 1. februar skulu ferðandi ikki longur lata seg kanna við landamarkið. Tað merkir eisini, at kravið um, at ferðandi skulu rinda 250 krónur við markið fyri kanningina, verður slept.

Kunngerðin var lýst fyrradagin. 

21. desember í fjør var løgtingslóg sett í gildi um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi, 12 ár og eldri, við komu til Føroya.

17. januar segði Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, at tað gevur ikki longur meining at kanna við landamarkið, og tí skuldu kanningarnar takast av.

Nú er kunngerðin broytt hesum viðvíkjandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911