Felagsskapir skulu manna kringvarpsstýrið

Felagsskapir skulu manna kringvarpsstýrið
Skipanin, har politisku flokkarnir velja umboð í stýrið, verður tikin av
Landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at broyta kringvarpslógina, so felagsskapir nú skulu velja kringvarpsstýrið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.01.2022 - 10:06

At politisku flokkarnir velja fýra av sjey umboðum í Kringvarpsstýrinum ger, at spurnartekn kunnu setast við, hvussu óheftur stovnurin er av politisku skipanini.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur nú sent broytingaruppskot til løgtingslógina um kringvarp út til hoyringar - eitt uppskot, sum millum annað sigur, at politisku flokkarnir ikki longur skulu velja umboð í kringvarpsstýrið.

Sjey fólk sita í Kringvarpsstýrinum, sum í dag verður sett saman av fýra umboðum, sum politisku flokkarnir velja, einum limi fyri starvsfólkini í føstum starvi í Kringvarpinum, og tveimum limum, sum landsstýrismaðurin velur. 

Fýra felagsskapir

Við broytingaruppskotinum verða teir fýra politiskt valdu limirnir skiftir út við umboð fyri fýra ymiskar felagsskapir, soleiðis at landsstýrismaðurin tilnevnir fimm limir og fimm varalimir eftir tilmæli frá Landsfelag Pensjónista, Kristiligum lurtara- og hyggjarafelag, Føroya Ungdómsráði, Ítróttasambandi Føroya og Fróðskaparsetri Føroya.

Landsstýrismaðurin tilnevnir sjálvur ein lim, og starvsfólk í Kringvarpinum tilnevna ein lim, so samlaða talið framvegis verður sjey limir.

Skal ikki bera til at kæra

Harumframt er ætlanin, at tað ikki longur skal bera til at kæra fyrisitingarligar avgerðir hjá Kringvarpinum til politiska myndugleikan.

Eisini hetta skal broytast fyri at tryggja størri óheftni mótvegis politisku skipanini. Eitt nú eiga setanar- og starvsfólkamál hjá Kringvarpi Føroya ikki at kunna kærast til landsstýrismannin, verður sagt í uppskotinum.

Eftir ætlan skal nýggja lógin koma í gildi 1. juli í ár, og ásett er eisini, at virkandi kringvarpsstýri tá fer frá.

Hoyringsfreistin er 7. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037