Fimleikarhøllin við Løkin reist

Fimleikarhøllin við Løkin reist
Í gjár vórðu býráðslimir, bygginevndarlimir og umboð fyri teknisku umsitingina víst runt á byggiplássinum, og tey lata væl at.
Nýggja fimleikarhøllin varð reist í gjár, og nú verður farið at innrætta hana.
 
05.07.2013 - 14:15
Nýggja fimleikahøllin við Løkin í Runavík er reist.
 
Í gjár vórðu býráðslimir, bygginevndarlimir og umboð fyri teknisku umsitingina víst runt á byggiplássinum. Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at semja var um, at høllin sýntist sera rúmlig, bæði í stóra hallarrúminum til amboðsfimleik og í hølinum til estetiskan fimleik. 
 
Nú høllin er reist, verður farið at inniloka hana. Fyrst verður takt, og í august verða stóru vindeyguni sett í. Um einar tveir mánaðir hevur høllin veruliga fingið skap, skrivar Runavíkar kommuna.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878