Smyril vendi aftur við ferðafólkum

Smyril vendi aftur við ferðafólkum
Tey skuldu við Norrønu, men vóru av misgávum komin umborð á strandfaraskipið
Íslendsku ferðafólkini vóru komin umborð á Smyril, men tey skuldu við Norrønu.
 
02.02.2022 - 10:57

Strandfaraskipið Smyril noyddist at venda aftur á Havnina í gjárkvøldið. 

Orsøkin var, at ein kvinna og trý børn av misgávum vóru komin umborð á Smyril. 

Tey skuldu eftir ætlan við Norrønu til Íslands í gjárkvøldið. 

Tá ið kvinnan varnaðist mistakið, var Smyril var komin nakað út um molan í Havn. 

Skiparin avgjørdi tí at venda innaftur við íslendsku ferðafólkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851