Illveður: LV ávarar - SSL avlýsir

Illveður: LV ávarar - SSL avlýsir
Veðrið er framvegis ringt, og tað ávirkar framhaldandi samferðsluna og koyrilíkingini
Tað er framvegis nógvur vindur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2022 - 07:54

Tað er framvegis nógvur vindur, og tað ávirkar samferðsluna kring landið.

Árni Jacobsen økisleiðari hjá Landsverki, kannaði koyrlilíkindini í morgun:

Arni_J

Veðrið hevur eisini ávirkað Strandferðsluna, og tað ger tað framvegis,sigur Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari. 

Marin_G

 

Fer at hasa av

Lágtrýstið sum seinastu dagarnar hevur plágað okkum í Føroyum, við nógvum vindi og kava, grynnist nú.

Talan er um eitt ódnarlágtrýst, sum tók seg upp við Grønland, og sum mánadagin hevði nógvan vind við sær.

Vindmegin í Kulusk var í einum føri 47,6 metrar um sekundið, skrivar DMI.

 

Eisini ringt í Íslandi

Í gjár gjørdi lágtrýstið um seg í Íslandi, og har var eisini nógvur vindur.

Sum lágtrýstið flytir seg eystureftir, grynnist tað, og vindurin minkar.

Nú er lágtrýstið á veg móti Føroyum, og fer sunnanfyri í kvøld.

 

Danmark sleppur undan

Undan lágtrýstinum er nógvur vindur vestaneftir, og tað kannvera stormur, men so hvørt sum lágtrýstiðå flytir seg eystuyreftir, minkar vindurin.

Fríggjanáttina kemur lágtrýstið inn yvir Danmark, men tá er tað grynt somikið nógv, at danir bert fáa hvassan vind upp í skrið, skrivar dmi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329