Bakkafrost fær nýtt virki á Glyvrum

Bakkafrost fær nýtt virki á Glyvrum
Bakkafrost boðar í morgun frá stórum broytingum í virkseminum
Bakkafrost fer at gera íløgur fyri eina milliard
 
08.07.2013 - 12:15

Framleiðslan á Bakkafrost verður nú savnað í einum nýggjum virki á Glyvrum. Tað fer at betra kappingarførið hjá fyritøkuni við 50 til 70 milliónum krónum.

Í dag ger Bakkafrost kassar á Argjum og á Glyvrum. Laksur verður kruvdur í Kollafirði, á Strondum og í Klaksvík, og lidnar vørur verða gjørdar í Fuglafirði og á Glyvrum.

Nú skal alt hetta gerast á Glyvrum. Ætlanin er ikki at siga starvsfólk úr starvi, boðar Bakkafrost frá.

Íløgur fyri eina milliard

Bakkafrost hevur ætlanir um at brúka eina góða milliard krónur til íløgur næstu fimm árini, boðar felagið frá í morgun. Ætlanin er millum annað at lata byggja ein brunnbát, sum lastar 450 tons av livandi laksi.

Báturin skal vera liðugur í 2015. Íløgurnar verða fíggjaður við peningi frá rakstrinum, tøkari fígging hjá felagnum og møguliga partvís nýggjari fígging.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at skal Bakkafrost í framtíðini standa seg í kappingini og varðveita arbeiðspláss í Føroyum, er neyðugt at gera tillagingar, sum betra kappingarførið.

Hetta verður gjørt við effektiviseringum, nýggjari útgerð og tøkni og færri og størri rakstrarstøðum, kunnger Bakkafrost í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV