TROM tøk á kvf.fo

Um KVFTíðindi
TROM tøk á kvf.fo
Á midnátt í gjárkvøldið gjørdust allir partarnir av fyrstu føroyska krimirøðini nakrantíð, TROM, tøkir á heimasíðu Kringvarpsins
Mynd: Viaplay  
 
02/17/2022 - 12:08

Kringvarp Føroya byrjar at vísa TROM í sjónvarpinum í kvøld, hóskvøld, klokkan 20.

Tá verður fyrsti partur av TROM vístur, og so verða partarnir vístir tey næstu fimm hóskvøldini. 

Men longu nú á eru allir partarnir tøkir her á heimasíðu Kringvarpsins, kvf.fo. Og har fara partarnir at liggja næsta mánaðin, sum er avtalan millum Kringvarp Føroya og Viaplay. 

So nú ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær. 

 

TROM, Ulrich Thomsen

Sjálvandi eisini í sjónvarpinum

Føroyar eru karmur um krimirøðina TROM, sum er fyrsta sjónvarpsrøð, ið er upptikin í Føroyum. 

 

TROM

Krimirøðin byggir á bøkurnar hjá Jógvani Isaksen, og tað er Torfinnur Jákupsson, ið eigur hugskotið og hevur skrivað TROM. 

 

TROM

Tí er tað ikki meira enn rætt og rímiligt, at føroyingar eisini sleppa at síggja TROM í sjónvarpinum. 

"Kringvarpið er fyri allar føroyingar, og tí hevur tað stóran týdning, at vit sum public service-miðil eisini kunnu vísa øllum føroyingum hesa spennandi føroysku krimirøðina," staðfestir Ivan Niclasen, stjóri. 

 

TROM, Sissal Drews Hjaltalin

Øll, sum eru stødd í Føroyum, fara at kunna síggja TROM í sjónvarpinum næstu seks hóskvøldini og hyggja eftir allari røðini her á síðuni. 

 

TROM, Olaf Johannessen, Hans Tórgarð

KVF hevur stuðlað TROM

Kringvarp Føroya hevur eisini havt ein virknan leiklut í framleiðsluni av TROM, tí Kringvarpið hevur stuðlað røðini fíggjarliga og hevur eisini latið útgerð, starvsfólk og høli til framleiðsluna. 

“Hetta síggja vit sum ein týdningarmiklan part av at stuðla føroyska filmsumhvørvinum," staðfestir Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum. 

"Samstundis er tað eisini umráðandi, at Kringvarpið, sum tann føroyski public service-miðilin, sleppur at vísa føroyingum røðina”, leggur hon afturat. 

 

TROM

Um TROM

Hannis Martinsson er garvaður, gravandi journalistur, sum ferðast aftur til Føroya, haðani hann er ættaður, tí ein kvinna, ið sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda. 

Skjótt fær Hannis Martinsson frænir av, at álvarsom brotsverk verða framd, tí Sonja á Heyggi, sum er atgerðarfólk (aktivistur) og djóraverndarfólk, brádliga er horvin undir sera illgrunasomum umstøðum. 

Hannis Martinsson verður skjótt vavdur upp í kanningararbeiðið, og slóðin leiðir hann til ein víðgongdan djóraverndarfelagsskap og ikki minst til stóra føroyska vinnulívsmannin, Ragnar í Rong.

Kanningararbeiðið hjá Hannisi ger, at hann kemur í tvídrátt við løgregluna, og tað førir til samanbrestir við kanningarleiðaran Karlu Mohr, tí avdúkingarnar hjá Hannisi standa ofta í andsøgn við tað, ið løgreglan heldur um málið. 

 

TROM, Maria Rich, Mariann Hansen

 

Hugskot og handrit: Torfinnur Jákupsson

Leikstjórn: Kasper Barfoed & Dávid Óskar Ólafsson

Tónleikur: Ólavur Jákupsson

Leikarar: Ulrich Thomsen, Maria Rich, Olaf Johannessen, Mariann Hansen, Helena Heðinsdóttir, Sissal Drews Hjaltalin, Gunnvá Zachariassen, Fríða av Fløtum og fleiri. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444

Um kvf css