Kinna Poulsen fingið starvsløn í eitt ár

Kinna Poulsen fingið starvsløn í eitt ár
Mentanargrunnurin hevur latið starvslønir og stuðul til íverksetan
Kinna Poulsen hevur fingið starvsløn í eitt ár.
 
17.02.2022 - 14:34

Kinna Poulsen hevur fingið eitt árs starvsløn frá Mentanargrunninum, og Kim Simonsen hevur fingið starvsløn í hálvt ár.

Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan.  Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 mio. kr.

Grunnurin læt í ár slakar 3,5 mió kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. 

Umframt Kinnu Poulsen og Kim Simonsen, fingu fimm umsøkjarar fingu fýra mánaðir, tíggju fingu tríggjar mánaðir, 18 fingu tveir mánaðir, og tríggir umsøkjarar  fingu starvsløn í ein mánað..

Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022.

Í hesum umfari fingu 38 starvsløn, og fýra fingu íverksetanarstuðul. Tey eru:

Fríða Djurhuus (tónlist)

Per Ingvaldi Højgaard Petersen (tónlist)

Jenný Kragesteen (palllist)

Jan Rúna Poulsen (tónlist)

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327