Biden væntar framvegis innrás

Biden væntar framvegis innrás
Amerikanski forsetin sigur, at Russland við falstíðindum roynir at draga Ukraina upp í kríggj
Joe Biden, forseti, væntar, at Russland fer at leypa á Ukraina um fáar dagar
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.02.2022 - 09:43

Amerikanski forsetin, Joe Biden, tók í gjárkvøldið uppaftur, at hann væntar framvegis, at Russland fer at gera innrás í Ukraina, eisini høvuðsstaðin, Kiev.

Joe Biden segði í eini røðu, sum var sjónvarpað, at Russland við falstíðindum roynir draga Ukraina upp í eitt kríggj. Og tað verður fyrsta dagin, legði hann aftrat.

Forsetin segði, at vónir eru kortini knýttar at fundinum, sum amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, og russiski starvsbróðir hansara, Sergej Lavrov, fara at hava í næstu viku.

- Loypur Russland á Ukraina fyri henda fundin, hevur Russland eisini latið dyrnar aftur fyri einari diplomatiskari loysn, segði Biden í røðuni.

Hann legði dent á, at USA, ES og Nato standa saman.

- Hóast Russland roynir at syndra okkum, standa vit saman og eru samd, segði Joe Biden. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558