Gekkurin fyllir 25 ár

Gekkurin fyllir 25 ár
Bilur, luksus-cruise við lummapeningi og enn størri upphæddir á gekkahjólinum eru millum stóru broytingarnar, nú Gekkurin fer at halda 25 ára føðingardag fríggjakvøldið
 
21.02.2022 - 14:55

1.260 ferðir hava spentir føroyingar snarað gekkahjólinum, síðan hann sá dagsins ljós í sjónvarpinum fyri 25 árum síðan, tann 21. februar í 1997.

Mong gleðisróp eru komin umvegis sjónvarpsskíggjan, tá stórar upphæddir – eisini milliónaupphæddir – eru snaraðar heim.

Undirtøkan fyri Gekkinum var ómetaliga stór longu frá fyrsta degi.

Fyrstu mongu mánaðirnar táttaði sølan í 25.000 seðlar um vikuna.

Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum.

Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knøttarnar á telefonini.

Gekkurin hevur koyrt meira ella minni á sama hátt síðan tá.

Gekkurin í nýggjum hami

Fríggjakvøldið 25. februar fer Kringvarpið at hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá Gekkinum.

Hetta verður gjørt við einum rimmar gekkakvøldi, har nýggir vinningar eru í fokus.

Gekkaseðilin kostar nú 40 krónur, og Kringvarpið kann av somu orsøk hækka vinningarnar munandi.

Upphæddirnar á hjólinum hækka, so tað nú ber til at vinna millum 20.000 og 50.000 krónur á hjólinum.

 

Volvo-bilur í annanleypin

Og ikki nóg mikið við tí. Ein Volvo-bilur fer í annan leypin og ein luksus-cruise til Bahamas við 50.000 krónum í lummapeningi í hin leypin. Stóra gekkaupphæddin er í triðja leypinum.

Raðspælið verður eisini meira spennandi, tí ein krússapottur við virði á 50.000 krónur fjalir seg aftan fyri eina av lúkunum.

Føðingardagurin hjá Gekkinum verður fríggjakvøldið beint eftir Dag og Viku. Øll eru vælkomin at spæla við um stóru vinningarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161