VIDEO: Føroysk mentanarinnrás í París

VIDEO: Føroysk mentanarinnrás í París
Stórur áhugi er fyri føroyskari mentan og list í París, sigur mentanarleiðari í La Maison du Danemark í París, nú føroysk listafólk gera mentanarinnrás í franska høvuðsstaðnum
23.02.2022 - 01:16

Undir yvirskriftinin "Un éclat de soleil – eitt føroyskt mentanarátak í París", hava føroysk listafólk gjørt eina lítla innrás í La Maison du Danemark á Champs-Élysées í franska høvuðsstaðnum.

”Un éclat de soleil” stavar frá sálmin hjá Kingo "Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól".

Innrásin byrjaði longu í januar, tá stór føroysk myndlistaframsýning lat upp í hølunum "Le Bicolore" í La Maison du Danemark við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálv av Reyni.

Framsýningin er opin fram til 13. mars 2022. 

Lív Mikkelsen frá Nón er í París og dekkar "Un éclat de soleil" í Nón og her á heimasíðuni. 

 

Stórur áhugi

Lív Mikkelsen hevur tosað við Klaus Ib Jørgensen, sum er mentanarleiðari í "Le Bicolore" í La Maison du Danemark. 

Sambært honum, so er tiltakið betri vitjað, enn tey donsku tiltøkini plaga at vera.

"Tað tykist vera stórur áhugi fyri føroyskari mentan og list, bæði frá forløgum, miðlum og listaáhugaðum," Klaus Ib Jørgensen. 

Á bókmentatiltakinum, sum var í gjár, vóru eini 17-19 viðkomandi forløg til staðar, og tað er nógv, siga tey í Danmarkarhúsinum.

Øll samrøðuna við Klaus Ib Jørgensen kann hoyrast HER.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949