- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðraplátan - ein stórbærur svanasongur
Eingi tíðindi bórust um, at Straight Ahead var upploystur, tá Veðraplátan kom í sølubúðirnar. Tvørturímóti vórðu hesi leysatíðindi avsannað. Tað var, sum vildi eingin viðurkenna veruleikan og jarða bólkin.
Eftir fáum døgum vórðu pláturnar skræddar av hillunum. Føroysku bløðini skrivaðu, at hetta var besta føroyska tónleikaútgáva nakrantíð. Men har var eingin útgávukonsert. Og nakrar vikur seinni brast bumban:
Jørgin Dahl fór upp í Hjarnar!
"Veðraplátan hevur ein heilt speciellan status í føroyskum rokkmusikki."
Eyðun Nolsøe, tónleikari, úr sendingini "Varðar á leiðini"
Fyrsta føroyska plátan við upprunasangum burturav
Tað stendur ongastaðni, at plátan eitur Veðraplátan. Hon hevur fingið hetta heiti av ikonisku permumyndini av ramliga veðrahøvdinum, sum basspælarin Archie Black - tilstundandi bóndi og listamaður in spe - teknaði í einum steðgi millum upptøkurnar í studio í Danmark.
Veðraplátan er ikki hin fyrsta føroyska LP-plátan, men hon er tann fyrsta við upprunasangum burturav. Sjangran er popp-rokkur. Jørgin Dahl hevur skrivað allar sangirnar uttan ein, sum Hans Carl Hansen eigur. Sangirnir eru í alt ellivu - fimm eru instrumentalir.
Verkætlanin var eitt ódnartak. Manningin var saman at kalla hvørt vikuskifti í fleiri mánaðir at fáa sangirnar at sita. Gittarspælarin Hans Carl Hansen búði í Havn og ferðaðist tí dúgliga ímillum.
Fyri fráferðina til Danmarkar, hagar nú var farið at gera upptøkurnar, var manningin saman á venjingarlegu í Klaksvík í eina viku.
"Jørgin ger góð løg. Hann er helst ávirkaður av stórbæra, melodiska ljóminum í altjóða rokkmusikki í 70-unum. Instrumentalu løgini hava sterk temu og altjóða dygd."
Óli Poulsen, tónleikaframleiðari, úr sendingini "Varðar á leiðini"
Bankin mundi spent bein fyri Veðraplátuni
Tað var um reppið, at verkætlanin datt niðurfyri, tí bankin sýtti at veita teimum lán. Ikki fyrr enn Brita, mamma Archie, játtaði at veðhalda fyri lánstøkuni, gekk bankin frá sínum fyrivarni.
Upptøkurnar til Veðraplátuna skuldu byrja vikuna eftir stóra Roskilde-festivalin 1978, ið strekti seg yvir mánaðarskiftið juni-juli.
Straight Ahead-manningin sigldi úr Føroyum 27. juni til Esbjerg við Winston Churchill. Í viðførinum var alt uttan trummusettið - tað skuldu upptøkumenninir sjálvir útvega.
Føroyingarnir fingu tilhald í einum gomlum bindingsverkhúsi við strátekju í Gentofte, sum studioteknikarin, Søren Hansen, búði í saman við unnustuni.
Roskildi besti íblásturin
Søren Hansen hevði fingið tað hugskot, at Roskilde-festivalurin var besti íblásturin, ið Straight Ahead kundi fáa, áðrenn farið var undir upptøkunar í Hookfarm-studio á Gammel Kongevej á Frederiksberg.
Men at sleppa lívskátum unglingum leysum í hesum sælulívslandi, har tað váta slagið ikki treyt, beint uppundir sjálva plátuupptøkuna, sum menn máttu vera fulløddir til, var helst illa umhugsað.
Hans Carl Hansen, gittarleikari í Straight Ahead, og Edward Ziska, trummuspælari, fóru all in, tá teir brádliga sluppu at uppliva Roskilde festivalin í '78
Brádliga sást einki til gittarspælaran, í øðrum lagi kom trummuspælarin til ilnar við rokkarar, sum ikki vóru mjúkir at strúka.
Eftir tveir dagar í tjaldi í Roskilde eydnaðist at savna manningina aftur og vinna seg út aftur í gomlu strátekjubóndahúsini í Gentofte at sleika sárini og linna um timburmenninar, áðrenn upptøkurnar byrjaðu mánadagin 3. juli.
Alt liðugt eftir einari viku
Góðu fyrireikingarnar heimanífrá komu nú Straight Ahead til góðar, tí musikkupptøkurnar gingu bæði skjótt og væl. Alt var liðugt eftir einari viku.
Søren Hansen, teknikari, var fastur upptøkumaður, men seinastu dagarnar hevði hann norðmannin Robert Birkeland aftrat sær. Hann átti ein amerikanskan Pignose forsterkara, sum Hans Carl brúkti til allar soloir sínar.
Torben Christensen var bílagdur at taka myndir av Straight Ahead.
Manningin í Straight Ahead, tá Veðraplátan varð innspæld í Danmark: (F.v.) Hans Carl Hansen, Jørgin Dahl, Archie Black og Edward Ziska (mynd: Torben Christensen)
Myndin á baksíðuni á plátuni av Straight Ahead undir parasol á eini fortovskafé var tikin inni á Gråbrødre Torv.
LM-handilin við tí ídna Gissuri Patursson á odda stóð fyri útgávuni, sum brátt var útseld. Plátan varð ongantíð endurútgivin, men nú í næstum kemur hon út av nýggjum sum LP-pláta.
"Eg var totalt, sjúkliga Jørgin Dahl-fan. Hann er einasti persónur, sum eg havi biðið um autograf frá."
Terji Rasmussen, tónleikari, úr sendingini "Varðar á leiðini"
Veðraplátan 1978
A)
Heading For Disaster (orð & lag: Jørgin Dahl)
Oh No (orð & lag: Jørgin Dahl)
Think About Love (orð & lag: Jørgin Dahl)
Driving Me Crazy (orð & lag: Jørgin Dahl)
The Chicken Dance (lag: Jørgin Dahl)
B)
Absalon (lag: Jørgin Dahl)
Well All Right (orð & lag: Jørgin Dahl)
Sirius (lag: Jørgin Dahl)
Meet Me Tomorrow (orð & lag: Hans Carl Hansen)
Faroese Reggae (lag: Jørgin Dahl)
Peace On My Mind (lag: Jørgin Dahl)
Á Veðraplátuni eru dømi um sangir við samfelagsatfinnandi viðmerkingum.
"Heading For Disaster" nemur við umhvørvisdálking, sum var eitt vaksandi vandamál tey árini.
"Heading For Disaster"
Are we in danger,
will we survive,
see all the smoke rush,
straight to the sky.
Where are the birds all,
no longer here,
they went all screeching
and then disappeared.
We’re heading for the world’s disaster,
because of everyone’s indifference,
we don’t want our life in danger aah a…
heading for disaster aah a…
Up in the cool clear air I fly,
up in the cool clear air I fly,
it’s in my fantasy I cry,
will all the people here survive!
We’re heading for the world’s disaster,
because of everyone’s indifference,
we don’t want our life in danger aah a…
heading for disaster aah a…
"Fyri meg byrjaði tað heilt sikkurt við Jørgin Dahl, sum eg haldi er ein fantastiskur poppsangskrivari.
Niclas Johannesen, sangskrivari og framleiðari, úr sendingini "Varðar á leiðini"
Hvat: "Komið øll við" (2:2)
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøldið kl. 19.25