Báðir partar nøgdir við sáttmálan

23.02.2022 - 18:38
Innlendis
Báðir partar nøgdir við sáttmálan
Bæði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Pauli Trond Petersen, formaður í KAF, eru væl nøgd við sáttmálan
Umboð fyri Heilsuhjálparafelagið og KAF, tá ið skrivað varð undir seinnapartin.

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF, skrivaðu klokkan fýra seinnapartin undir semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin hevði lagt fyri partarnar í gjár.

Partarnir góðtóku báðir semingsuppskotið.

Vanliga hava tey gjørt tvey ára sáttmála, men hesaferð er talan um trý ára sáttmála.

Semjan ber við sær at 1. januar í ár hækkaðu lønirnar 1,25%, 1. oktober í ár hækka lønirnar við 710 krónum og 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,5%

Nakrar broytingar verða eisini gjørdar í lønarstiganum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891