Framvegis ongar samráðingar millum Heilsuhjálparafelagið og KAF

Framvegis ongar samráðingar millum Heilsuhjálparafelagið og KAF
Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum vil hava fund við landsstýrismannin í fíggjamálum, men hevur einki frætt aftur
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, vil hava fund við Aksel V. Johannesen, landsstýrismann, um m.a. neyðtilbúgving í sambandi við verkfall, men hon sigur seg ikki hava frætt nakað aftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.06.2026 - 13:13

Eingin samráðingarfundur er avtalaður millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið. 

Tað váttar Mary Antonsdóttir, forkvinna.

Hon hevur tó fyri viku síðani biðið Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um fund, men hevur einki frætt aftur.

- Eg vil vita nærri, hvat liggur í neyðtilbúgving í sambandi við verkfall, og hvussu verður við lyftum í samgonguskjalinum um møguleikan at stytta arbeiðsvikuna, sigur Mary Antonsdóttir. 

 

Fóru frá samráðingarborðinum

Forkvinnan í heilsuhjálparafelagnum og formaðurin í kommunala arbeiðsgevarafelagnum fóru fyri skjótt tveimum vikum síðani frá samráðingarborðinum uttan avtalu.

Ósemja er um felags lønarkarmin, sum er avtala millum 12 fakfeløg og Fíggjarmálaráðið um 3,87 prosent lønarvøkstur frá 1. okt í fjør til 30 september í ár.

Heilsuhjálparafelagið er ikki við í avtaluni um felags lønarkarm. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938