Nú skal røkka ella støkka hjá heilsuhjálparum og KAF

Nú skal røkka ella støkka hjá heilsuhjálparum og KAF
Semingsstovnurin hevur avtalað fund aftur við partarnar mikudagin, og tá verður samráðst, til liðugt er
Semingsmenninir fara aftur á fund við Heilsuhjálparafelagið og KAF mikudagin, og tá verður samráðst, til tað røkkur ella støkkur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.05.2026 - 09:33

Ymsir lønarsáttmálar eru farnir úr gildi og skulu endurnýggjast.

Í onkrum føri eru samráðingarnar so smátt byrjaðar, og í einum føri stendur so fast, at Semingsstovnurin hevur avtalað ein fund í næstu viku, har partarnir sita, til tað er liðugt.

Sáttmálin millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gekk út 1. oktobur í fjør. Samráðingar hava verið síðan novembur, men tað hevur drigið út av ymsum grundum, og tað hevur gingið illa at finna semju.

Partarnir hava vent sær til Semingsstovnin, og teir sótu saman í  gjár.

 

Røkka ella støkka

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur at partarnir hava avtalað av hittast aftur mikudagin í næstu, og tá er ætlanin at sita, til tað er liðugt. Tá skal røkka ella støkka.

Sáttmálin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fór úr gildi 1. januar.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyski Sjúkrarøktarfrøðingur, sigur við Kringvarpið, at felagið hevur tosað við Fíggjarmálaráðið, og at lønarsamráðingar verða í næsta mánaði.

 


Sanna á Løgmansbø. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Høvdu gott prát

Sáttmálin millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag fór úr gildi 1. apríl.

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur í stuttari viðmerking, at ein óformligur fundur hevur verið við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Partarnir høvdu eitt gott og lætt prát um økið, sum teir samstarva um.

Fleiri fundir eru ikki avtalaðir enn, men teir verða væntandi í næstum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609