Skulu stýra leikferðini til okkara fyrimun

02.03.2022 - 16:34
ÍtrótturHondbóltur
Skulu stýra leikferðini til okkara fyrimun
Vit skulu stýra leikferðini og skerja villurnar, sigur Turið Arge Samuelsen, undan HM-undankappingardystinum í hondbólti millum Føroyar og Eysturríki í kvøld

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spælir í kvøld sín triðja HM-undankappingardyst. Hesa ferð vitjar Eysturríki í høllini á Hálsi í Havn.

Talan verður um trupla uppgáva hjá Føroyum, men tað verður avgerandi at stýra leikferðini og skerja persónligu villurnar mest møguligt.

Tað sigur ein av royndastu spælarunum í føroyska hópinum, Turið Arge Samuelsen.

 - Vit hava sjálvandi brúkt orku upp á at hugt at, hvat Eysturrík ger, sum sjálvandi er viðkomandi, men um vit ikki megna at greiða okkara egnu uppgávu, verður tað sjálvandi trupult, sigur Turið Arge Samuelsen.

 - Tað snýr seg um at hava disiplin og onkursvegna stýra dystinum til okkara fyrimun. Tað vil siga stýra leikferðini, skerja um teknisku villurnar og tílíkt.

Danmark-dysturin er gloymdur

Í oktober spældu føroysku kvinnurnar á heimavølli ímóti Danmark, og tá vórðu tær smurdar av. 

Vinstri vongurin sigur, at tann dysturin ikki skal brúkast sum útgangsstøði.

 - Eg haldi ikki, at vit taka útgangsstøði í tí dystinum og kenna, at vit hava nakað at prógva út frá tí dystinum, sigur hon og vísir á, at Danmark telist millum allarbestu landslið í heiminum. 

 - Vit brúka okkara orku upp á at spæla væl í hesum dystinum, og tað er ikki útfrá tí, at vit ikki stóðu okkum væl ímóti Danmark, sigur Turið Arge Samuelsen.

Hon viðgongur, at Eysturríki - eins og hini bæði liðini í bólkinum, Danmark og Rumenia - er eitt gott lið, og tí kann eitt gott avrik saktans enda við ósigri.

 - Men vit fara á vøllin fyri at útinna tað, sum vit hava avtala, og gera vit tað, so skuldi tað á pappírinum rokkið til at fingið stig. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597