Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi útsett

Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi útsett
Innsavningin, sum skuldi verða 27. mars, verður flutt til 1. oktober
Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi verður útsett til í heyst.
 
08.03.2022 - 10:49

Árliga landsinnsavningin hjá Bláa Krossi Føroya, ið eftir ætlan skuldi verða sunnukvøldið 27. mars, og sendast beinleiðis í Kringvarpinum, verður útsett til í heyst.

Blái Krossur sigur, at felagsskapurin vil geva rúm og pall til at stuðla hjálpararbeiðnum, ið einstaklingar og neyðhjálparfeløg taka stig til, nú kríggj herjar í Ukraina. 

Árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya verður í staðin leygarkvøldið 1. oktober.

Talan verður um eina beinleiðis sending í Kringvarpinum, við samrøðum, innsløgum um virksemið hjá Bláa Krossi og tónleiki.

Peningurin, ið kemur inn, fer m.a. til fyribyrgjandi arbeiðið hjá Bláa Krossi millum børn, ung og familjur í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533