Russisk fiskiskip sleppa ikki í íslendskar havnir

Russisk fiskiskip sleppa ikki í íslendskar havnir
Russiska framferðin í Ukraina ger, at Ísland kann ikki geva russiskum skipum undantaksloyvi longur
Russisk skip, sum fiska kongafisk, sleppa ikki longur í havn í Íslandi.
Mynd: Savnsmynd úr Grindavík.  
 
09.03.2022 - 09:38

Russisk skip, sum fiska kongafisk, sleppa ikki longur í havn í Íslandi.

Skipini hava havt undantaksloyvi til at avreiða og umskipa í íslendskum havnum.

Men í gjár kunngjørdi íslendska stjórnin, at hetta undantaksloyvi, sum er frá 1999, er ikki galdandi longur.

 

Diplomatisk grundgeving

Grundgevingin er eisini diplomatisk. Hon er, at Ísland vil ikki gera tað lættari hjá londum at fiska úr stovnum, sum ikki verða nýttir á burðardyggan hátt.

Slík skip eru ikki vælkomin í Íslandi. 

Heldur ikki skip, sum fiska fiskasløg, sum Ísland og viðkomandi land ikki hava sáttmála um, eitt nú kongafisk á Rygginum.

 

Fáa ikki undantak longur

Tó verður lagt afturat, at russiska framferðin í Ukraina ger, at Ísland kann ikki geva russiskum skipum undantaksloyvi longur.

Í nógv ár hevur verið tosað um at taka aftur undantaksloyvið. Tað verður so gjørt nú, Russland hevur gjørt innrás í Ukraina.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098