Býta um flogfar í Keflavík

Býta um flogfar í Keflavík
Mjørki í Vágum hevur broytingar við sær á ferðini hjá teimum 139 ferðafólkunum á veg til Bermuda
139 ferðafólk klár at fara á flog
Mynd: Kári Sólstein  
 
11.07.2013 - 08:45

 

Flogfarið við ferðalagnum til oyggjaleikirnar í Bermuda má millumlenda í Keflavík í Íslandi, tí flogfarið, sum er bílagt til ferðina til Bermuda slapp ikki niður í Vágum. Tað flogfarið kom úr Keypmannahavn, men fekk ikki lent vegna mjørka. Hetta hevur nakað av seinking við sær, men onki av týdningi.
 
Men nú fer flogfarið úr Vágum hvørja løtu, og úr Keflavík gongur leiðin so til Hamilton í Bermuda umvegis Gander flogvøllin í New Foundlandi. Væntandi verður ferðalagið frammi um 18 tíðina føroyska tíð.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532