Lítil áhugi at yvirtaka landslæknan

Lítil áhugi at yvirtaka landslæknan
Bara Høgni Hoydal í Uttanlandsnevndini mælir til at samtykkja uppskotið
Tjóðveldi hevur skotið upp at yvirtaka m.a. landslæknan, men uppskotið fær lítla undirtøku í tinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2022 - 08:31

Uppskotið hjá Tjóðveldi um at yvirtaka millum annað landslæknan fær lítla undirtøku í løgtinginum.

Bara Høgni Hoydal í Uttanlandsnevndini mælir til at samtykkja uppskotið.

Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum tekur undir við, at landslæknin verður yvirtikin. Men hann sigur, at fyri Heilsuverkið hevur tað alstóran týdning, at greið samstarvsavtala við Danmark er gjørd fyri yvirtøkuna.

Aksel V. Johannesen mælir til at fella uppskotið hjá Tjóðveldi. Hann heitir á landsstýrið um at samráðast við danskar myndugleikar alt fyri eitt um at yvirtaka landslæknaembætið og gera greiða avtalu um, hvat verður yvirtikið. 

Tá slík avtala er gjørd, eigur løgtingið at samtykkja yvirtøkuna. 

 

Nevndin gav sær góðar stundir

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum gav sær góðar stundir til at viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi.

Uppskotið kom í tingið 4.november.

Fyrsta viðgerð var 9.november. Síðani hevur uppskotið verið í Uttanlandsnevndini. 

2.februar bað nevndin formansskapin um longda freist til 18.februar at skriva álit. Nevndin fekk freistina. Men nústani í gjár kom álitið. 

 

Er fallið fyrr

Uppskotið hjá Tjóðveldi var eisini í farnu tingsetu. Tá fall uppskotið.

Tjóðveldi mælir til at yvirtaka landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutning, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV