Viðgera vinabýarsamstarvið við St. Pætursborg

Viðgera vinabýarsamstarvið við St. Pætursborg
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at einki samstarv hevur verið, síðani avtalan var gjørd
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
 
17.03.2022 - 15:52

Klaksvíkar býráð hevur ikki enn tikið støðu til vinabýarsamstarvið millum Klaksvík og St. Pætursborg í Russlandi.

Summir býir kring heimin hava longu slitið sítt vinabýarsamstarv við russiskar býir, og aðrir umhugsa at gera tað sama. Eitt nú hevur Manchester í Onglandi boðað frá, at teirra vinabýarsamstarv við St. Pætursborg nú heldur uppat av krígnum í Ukraina.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur í stuttari viðmerking, at býráðið um heilt stutta tíð fer at taka støðu til vinabýarsamstarvið við St. Pætursborg. 

Einki samstarv verið

Hann sigur, at málið hevur verið umrøtt millum býráðslimir, og hann dugir ikki at síggja, hví Klaksvík ikki skal gera sum aðrir býir kring heimin gera í hesum førinum, at slíta samstarvið.

Klaksvík og St. Pætursborg hava verið vinabýir síðani 2019. Tá varð sagt, at ætlanin serliga var at samstarva um vinnu, mentan og ítrótt.

Karl Johansen sigur, at tað hevur verið millum lítið og einki samband millum býirnar síðani. Ein bólkur hjá Klaksvíkar kommunu fór til St. Pætursborg, tá vinabýarsamstarvið byrjaði, men síðani hevur einki samstarv verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531