Øll doyðu í flogvanlukku í Kina

Øll doyðu í flogvanlukku í Kina
Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður, upplýsa kinesisku myndugleikarnir
Øll 132 fólkini, sum vóru við kinesiska flogfarinum, doyðu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.03.2022 - 09:04

Einki av teimum 132 fólkunum, sum vóru við kinesiska flogfarinum, ið datt niður í gjár, er funnið á lívi, upplýsa myndugleikarnir.

Myndugleikarnir upplýsa, at alt tóktist at vera í lagi hjá flogfarinum, til tað eftir stuttari tíð dalaði ímóti jørðini, og endaði við at detta niður.

Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður, upplýsa kinesisku myndugleikarnir.

Flogfarið var seks ára gamalt og av slagnum, Boeing 737-800.

Flogfarið var eitt av teimum, sum var bygt undan Max-fløgførunum hjá Boeing, ið misti loyvið at flúgva eftir tvær álvarsligar vanlukkur í 2018 og í 2019.

 

Sí videomyndir av vrakinum av niðurdotna flogfarinum frá AP-tíðindastovuni her:

 

FLOGVANLUKKA_NET


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV