Níggju ár í fongsli aftrat

Níggju ár í fongsli aftrat
Aleksej Navalnyj sigur, at hann ætlar ikki at gevast við at finnast at stýrinum hjá Vladimir Putin, forseta
Aleksej Navalnyj er dømdur níggju ára fongsulsrevsing, men hann ætlar ikki at gevast.
 
22.03.2022 - 15:20

Russiski andstøðuleiðarin,  Aleksej Navalnyj, er dømdur níggju ára fongsulsrevsing í einum máli, har hann var ákærdur fyri svik og fyri at hava vanvirt rættin.

Tað skrivar tíðindastovan, Reuters.

45 ára gamli andstøðuleiðarin situr frammanundan ein dóm í eini fangalegu eystan fyri Moskva. Hesin dómurin er hálvt triðja ára fongsul.

 

Heldur fram við atfinningunum

Navalnij sigur, at ákærurnar eru ein roynd at fáa seg at tiga. Eisini nýggju ákærurnar hava politisk motiv, sigur hann.

Men fongsulsdómurin fær ikki Navalnij at gevast við at finnast at stýrinum hjá Putin, forseta.

- Er fongsul prísurin fyri mannarættin hjá mær at siga tað, sum eg eri noyddur at siga, so kunnu teir fara eftir eini fongsulsrevsing upp á 113 ár. Eg taki ikki orð míni og gerðir aftur, skrivaði hann á Instagram fyrr í hesum mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595