Klaksvíksgrunnurin fekk 15 umsóknir

Klaksvíksgrunnurin fekk 15 umsóknir
400.000 kr. standa í grunninum, og í ár verða latnar góðar 100.000 kr.
Tær 15 umsóknirnar,sum er komnar til Klaksvíksgrunnin, biðja um 675.000 kr. í stuðli.
 
22.03.2022 - 18:00

15 umsóknir komu inn um stuðul úr Klaksvíksgrunninum.

Evstamark at søkja var 10.mars.

Tær 15 umsóknirnar søkja um tilsamans 675.000 krónur.

Grunnurin letur mentanarligum, sosialum, upplýsandi og øðrum tiltøkum, sum eru Klaksvík og Norðoyggjum til menningar og frama, stuðul.

Klaksvíkar býráð hevur latið 125.000 krónur í grunnin, og í honum eru nú góðar 400.000 túsund krónur.

Lata 100.000 kr. í ár

Í ár verða góðar 100.000 latnar í stuðli, sigur Dávur Winther, leiðari fyri mentanarøkinum í Klaksvíkar kommunu.

Tá Klaksvíkar sjónvarpsfelag helt uppat í 1987, vóru pengarnir hjá felagnum settir í grunn, sum fekk navnið Klaksvíksgrunnurin.

Í nevndini hjá grunninum eru Atli S. Justinussen og Jógvan Skorheim fyri Klaksvíkar býráð og Hansina Iversen fyri Mentamálaráðið.

Nevndin fer í næstu viku at viðgera umsóknirnar, sigur Dávur Winther.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533