Air Greenland fær elflogfør

Air Greenland fær elflogfør
Flogførini kunnu seta seg og fara á flog loddrætt, og tey eru at kalla ljóðleys
 
23.03.2022 - 08:43

Grønlendska flogfelagið Air Greenland ætlar at fáa sær elflogfør.

Felagið hevur gjørt avtalu við írska langtíðarleigufelagið Avolon.

Flogførini, sum Air Greenland ætlar at fáa sær, kunnu seta seg og fara á flog loddrætt.

Flogførini eru bretsk og eita VX4. Tey eru at kalla ljóðleys, og CO2 útlátið er einki, tí talan er um elflogfør.

 

Fýra ferðafólk

Flogførini taka bara fýra ferðafólk umframt ein flogskipara.

Hámarksferðin er 321 km/t, og flogførini kunnu flúgva 160 kilometrar.

Enn er ikki avgjørt, hvussu nógv VX4 flogfør, Air Greenland skal hava.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026
211358
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026: 8 MANNAFAR
211353