Heldur fram sum NATO-aðalskrivari

Heldur fram sum NATO-aðalskrivari
Jens Stoltenberg skuldi fara frá seinni í ár, men kríggið í Ukraina ger, at hann heldur fram eitt ár aftrat
Kríggið í Ukraina ger, at Jens Stoltenberg heldur fram sum NATO-aðalskrivari til 30. september 2023.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.03.2022 - 13:39

Jens Stoltenberg heldur fram sum aðalskrivari í NATO, eitt ár longur enn ætlað, til 30. september 2023.

Tað váttar Jens Stoltenberg sjálvur fyri løtu síðani.

Orsøkin er kríggið millum Russland og Ukraina.

Jens Stoltenberg skuldi eftir ætlan fara frá sum NATO-aðalskrivari 30. september í ár.

Tá skuldi hann taka við sum stjóri fyri norska tjóðbankan. Eitt starv, sum hann ídag hevur sagt frá sær.

Løtu seinni boðaði norska fíggjarmálaráðið frá, at Ida Wolden Bache verður tjóðbankastjóri næstu seks árini. Hon hevur síðstu vikurnar virkað sum fyribils tjóðbankastjóri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715