Russland tveitt úr ICES

Russland tveitt úr ICES
Kríggj í Ukraina rakar nú eisini altjóða havrannsóknarstovnin
Norðmenn vóna, at ein loysn verður funnin, so Noreg og Russland aftur kunnu gera stovnsmetingar um fiskastovnarnar í Barentshavinum.
 
31.03.2022 - 11:25

Russland er útihýst úr altjóða havgranskingarstovninum, ICES.

Geir Huse, granskingarstjóri á norska havgranskingarstovninum, HI, er annar av norsku limunum í ICES-ráðnum, sum tók undir við avgerðini at útihýsa øllum umboðum fyri Russland á øllum ICES-fundum. 

Hann harmast um støðuna.

- Vit vóna, at hetta varar í stutta tíð. Nú ræður um at finna góðar loysnir, hvussu vit kunnu gera stovnsmetingar og ráðgeva um kvotur fyri stovnarnar, sum vit og Russland hava í felag í Barentshavinum.

Kvotutilmælini eru grundarlagið fyri burðardyggum fiskiskapi, burðardyggum stovnum og vistskipanum norðanfyri. Tí skulu vit loysa hesa støðuna nú og upp í longdini, sigur Geir Huse í fráboðan frá Havgranskingarstovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655