Gull í fimleiki

Gull í fimleiki
Føroyar hava vunnið gull í liðkappingini í fimleiki hjá monnum
 
14.07.2013 - 22:00

Øssur Debes Eiriksfoss, Olivur Debes Eiriksfoss, Jóni Christiansen og Bogi Berg tryggjaðu Føroyum gullmerki í liðkappingini í fimleiki hjá monnum.

Kappast varð í tveimum greinum, í lopum og á gólvinum. Harðasti kappingarneytin hjá Føroyum var Isle of Man, og tað var eisini tætt millum hesi bæði liðini, men tá samanumkom var avrikið hjá føroyingunum meira sannførandi, og teir endaðu á ovasta skamlinum.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at føroysku mannfólkini vinna gull í liðkappingini í fimleiki á Oyggjaleikum. Fimleikarkvinnurnar vunnu bronsu í sínari liðkapping.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF