- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri enn 6.000 ukrainar bjargaðir í gjár
Hóast tað ikki eydnaðist hjá Reyða krossi at hjálpa borgarum úr Mariupol í gjár, so eru yvir 3.000 ukrainar kortini fluttir úr kringsetta havnabýnum Mariupol í gjár. Tað boðaðu ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, frá sjónbandaðari røðu í gjárkvøldið.
Tað skrivar tíðindastovan AFP í morgun.
- Humaniterarar rýmingarleiðir riggaðu í trimum økjum í gjár. Donetsk, Luhansk og Zaporizhia. 6.266 ukrainar eru nú bjargaðir, og 3.071 av teimum komu frá Mariupol. Segði altso ukrainski forsetin í gjárkvøldið.
Eitt tíðindafólk hjá AFP váttar, at umleið 30 bussar fluttu fólk úr Zaporizhia í gjár. Summi av fólkunum vóru rýmd úr nærliggjandi býnum Mariupol til gongu.
Ukrainska stjórnin boðar í morgun frá, at ætlanin er at lata sjey humaniterar rýmingarleiðir upp í dag. Millum annað úr Mariupol. Tað skrivar Reuters.