- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Russar leypa á Odessa
VIDEO: Russar leypa á Odessa
Einki er frætt um, at nakar hevur latið lív í rakettálopinum

Tjúkkur roykur sæst yvir havnarbýnum Odessa í Ukraina. Russar siga, at rakettirnar raktu m.a. eitt oljureinsiverk í býnum.
Mynd: AP.
03.04.2022 - 11:27
Fleiri spreingingar vóru tíðliga í morgun í ukrainska havnarbýnum Odessa, og tjúkkur roykur sæst yvir býnum.
Einki er frætt um, at nakar hevur latið lív í rakettálopinum.
Myndugleikarnir í Odessa siga, at tað eydnaðist ukrainskum deildum at skjóta fleiri russiskar rakettir niður, áðrenn tær raktu.
Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni frá russiska álopinum á Odessa her:
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Russiska verjumálaráðið sigur, at rakettir raktu eitt oljureinsiverk og eina brennievnisgoymslu í Odessa.
Russland hevur seinastu dagarnar hert kríggið í landsynningspartinum av Ukraina, vísa bretskar fregnartænastuupplýsingar.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur eisini, at Russland roynir nú at fáa valdið sunnanfyri og eystanfyri í Ukraina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV