Kringvarpið hevur góð hyggjaratøl

Um KVFTíðindi
Kringvarpið hevur góð hyggjaratøl
Væl oman fyri 50 prosent hyggja at Degi og Viku um kvøldarnar. Regluliga ítróttasendingin 3-2 er eisini væl umtókt
 
04-04-2022

Nýggjastu hyggjarakanningarnar vísa, at hyggjaratølini hjá KvF eru góð. 57,6 prosent hugdu at Degi og Viku mánakvøldið 7. mars, og talið váttar gongdina seinastu mánaðirnar, sigur kringvarpsstjórin.

“Tað vísir seg, at fólk í ringum tíðum – antin tí kríggj, umfarssótt ella okkurt annað ger um seg – leita til public service-rásirnar, tí har vænta tey at fáa álítandi tíðindi. Hetta síggja vit eisini aðrastaðni”, sigur Ivan Hentze Niclasen. Hann leggur afturat, at tølini eru vorðin alsamt betri, síðani Kringvarpið broytti konseptið fyri Dag og Viku fyri fáum árum síðani.

Kringvarpið hevur fingið tølini fyri, hvussu nógv hyggja at ávísum sendingum. Næstsíðsta fríggjakvøld hugdu 55,2 prosent at Degi og Viku. Tølini fyri Dag og Viku liggja væl oman fyri líknandi tøl fyri tíðindasendingar í okkara grannalondum.

Stuðulskonsertin fyri Ukraina fekk góða undirøku

Stóra stuðulskonsertin til frama fyri Ukraina næstsíðsta sunnukvøld gav Reyða Krossi 8,3 mió. at brúka til tey neyðstøddu. Eisini her vóru hyggjaratølini góð. Út við helmingurin – 48 prosent – hugdu eftir konsertini, sum var send úr Lívdini í Hoyvík. Landsdysturin móti Gibraltar 26. mars savnaði 26,4 prosent framman fyri sjónvarpsskíggjan. Vanliga eru hyggjaratølini fyri landsliðið væl hægri, men mótstøðuliðið og tað, at dysturin var spældur leygardag kl. 17 hava helst gjørt mun, heldur kringvarpsstjórin. Hann leggur afturat, at hyggjaratølini fyri ítrótt sum oftast eru góð. Eitt nú hyggja yvir 30 prosent eftir 3-2 sendingunum mánakvøld.

Tað er Spyr.fo, sum hevur gjørt hyggjarakanningarnar.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985

Um kvf css