Semingsroynd byrjar fyrrapartin

Semingsroynd byrjar fyrrapartin
Fiskimannafelagið er ikki við, tí Semingsstovnurin bað Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fara aftur til samráðingarborðið
Semingsmenninir gera nú eina roynd at fáa reiðarar, skiparar og maskinmenn at semjast um nýggjan sáttmála.
 
07.04.2022 - 08:57

Klokkan tíggju byrjar semingsroyndin millum reiðarar, skiparar og stýrimenn og maskinmenn.

Fiskimannafelagið er ikki við, tí Semingsstovnurin bað tað og Reiðarafelagið fara aftur til samráðingarborðið.

Samráðingarnar vóru ikki búnar til Semingsstovnin, fingu feløgini at vita.

Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið hittast í næstu viku.

Sáttmálarnir millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fóru úr gildi 1.apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558