Krevja eisini brúkaragjald fyri blæur og reingerð

28.04.2022 - 13:35
InnlendisSamfelag
Krevja eisini brúkaragjald fyri blæur og reingerð
Stýrið í VEKS-samstarvinum er samt um brúkaragjøldini
Røktarheimið á Mørkini er eisini í VEKS-samstarvinum.

Vestmanna-, Kvívíkar-, Sunda- og Eiðis kommunur, sum samstarva um eldraøkið í VEKS, fara nú at krevja brúkaragjøld frá borgarum, sum fáa tænastur frá VEKS, bæði heima og á røktarheimi.

Gjald verður eisini kravt fyri eitt nú fyri reingerð og blæur.

Heimild at krevja gjøld fyri ávísar tænastur er í kunngerð, og stýrið fyri VEKS er samt um brúkaragjøldini.

Hoyr Jógvan Kruse, stýrisformann í VEKS, í útvarpstíðindunum.

 

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, er eisini stýrisformaður í VEKS-samstarvinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087