Nógvar innkallingar og drúgvur fundur um revsing

Nógvar innkallingar og drúgvur fundur um revsing
Mánadagin fer Uttanlandsnevndin at viðgera loyvið til at revsa Russland
Føroyar útflyta nógv til Russlands.
 
30.04.2022 - 10:18

Longu klokkan tíggju minuttir í átta mánamorgunin fer Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum at viðgera lógaruppskotið um at fáa heimild at seta í verk revsitiltøk, sum eru lík teimum, sum ES-londini og onnur lond hava sett í verk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk. 

Nevndin hevur havt málið síðani 19.apríl.

Nógvar innkallingar eru mánadagin, allan fyrrapartin og til klokkan knappliga tvey.

Felagið Peningarstovnar, Reiðarafelagið, Havbúnaðarfelagið, Arbeiðsgevarafelagið, Faroe Agency, Varðin Pelagic, Pelagos, Kommunufelagið, Samtak, Búskaparráðið, Smyril Line Cargo, Hagstovan, løgmaður og landsstýrismenninir í  fíggjarmálum, fiskivinnumálum og uttanríkismálum hava fingið fundarboð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655