Gentuvesið í donskum útvarpi

Um KVFTíðindi
Gentuvesið í donskum útvarpi
Curlingklubben, ungdómssendingin hjá DR, hevur nógv góð orð at bera Gentuvesinum, sum tey vitjaðu, tá tey vóru í Føroyum
 
06-05-2022

Curlingklubben eitur ógvuliga væl umtókt útvarpssending á P3 hjá Danmarks Radio. Herfyri vitjaðu vertirnir í Curlingklubben, Maria Fantino og Christian Bonde, okkara væl umtóktu ungdómssending Gentuvesið.

Tey vóru gestavertir, eins og tey hjálptu til at loysa tvístøður, sum vanligt er á Gentuvesinum.

Í poddvarpi eftir føroyavitjanina, "Curlingklubbens Rejsepodcast 2 – Fæøerst impressions" skiftu tey orð um vitjanina á Gentuvesinum – "Det færøske Sara & Monopolet" sum Maria Fantino kallaði tað.

Annika Dalsgaard og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir fingu nógv rósandi orð við á vegnum, og donsku gestavertirnir vóru ovfarnir av tvístøðunum, sum komu inn, og at sendingin var á donskum frá byrjan til enda.

"Det er ret syret. Der var en hel radiokanal, der skiftede sprog i en time for vores skyld. Det er ret vanvittigt, at de kan det", søgdu Maria Fantino og Christian Bonde í teirra poddvarpi, sum kom út 22. apríl.

Maria Fantino og Christian Bonde hava vunnið fleiri virðislønir fyri sínar útvarpssendingar. Síðani 2020 hava tey eisini gjørt sjónvarpssendingar fyri DR, og tað var í tí sambandi, at tey vóru í Føroyum.

Gentuvesið hevur gjørt 44 sendingar higartil. Tær hava seinastu sendingina 22. juni, áðrenn Gentuvesið fer í summarfrí – og so byrja tær aftur, tá summarið er av.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnarkirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andakt
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554

Um kvf css