Menn sessast í flestu sessirnar

Menn sessast í flestu sessirnar
Fyri hvørja kvinnu, sum er vald í bý- og bygdaráðunum, eru tríggir menn valdir
Skálavík er einasta kommuna í landinum sum fær fleiri kvinnur enn menn í nýggja bygdaráðnum.
 
14.11.2012 - 10:07
Kvinnurnar settu seg á 57 av teimum 206 bý- og bygdarráðssessunum, ið vórðu vald í gjárkvøldið.
 
Hetta svarar til eina kvinnuliga umboðan upp á 27,7 prosent.
 
Bert í einari kommunu - Skálavíkar kommunu - eru kvinnurnar í meiriluta.
 
Fýra kommunustýrir uttan kvinnur
Í fýra kommunum varð ongin kvinna vald inn. Størst av teimum er Sands kommuna, har allir sjey bygdaráðslimirnir eru menn. Hinar kommunurnar við reinari mannligari umboðan eru Viðareiði, Hvalba og Sumba.
 
Í tveimum av teimum størstu kommununum, Tórshavn og Klaksvík, er javnstøðan so tætt hon kann koma, í Havn eru 6 kvinnur og 7 menn og í Klaksvík eru 5 kvinnur og 6 menn.
 
Í triðstørstu kommununi hinvegin, Runavíkar kommunu, er bert ein kvinna og 10 menn.
 
14 kommunur nærmast javnstøðu
Í 12 kommunum afturat Tórshavn og Klaksvík eru menninir í minst møguligum meiriluta. Í Vestmanna, Kvívík og Tvøroyri eru 3 kvinnur og 4 menn.
 
Í Hvannasundi, Kunoy, Skopun, Húsavík, Hov og Famjin eru tvær kvinnur og 3 menn. Og í Fugloy, Húsum og Skúvoy eru 1 kvinna og 2 menn.
 
Í øllum hinum kommununum eru menninir í stórum meiriluta.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425