Føroyingar á brúnni á grønlendskum havrannsóknarskipi

09.05.2022 - 09:35
Innlendis
Føroyingar á brúnni á grønlendskum havrannsóknarskipi
Allir yvirmenninir á nýggja skipinum eru føroyingar
Rúni Niclasen er annar av skiparunum á Tarajoq.
Mynd: Vónin  

Stórt hátíðarhald var í Grønlandi leygardagin, tá ið nýggja havrannsóknarskipið í Grønlandi, Tarajoq, varð doypt og latið eigarunum.

Annar av skipararnum er Rúni Niclasen úr Klaksvík.

Til hátíðarhaldið stóð manningin øll í grønlendskum anorakkum.

Nógv fólk var á bryggjuni, og nógv fólk komu eisini umborð at síggja stásiliga skipið.

Skipið er størri enn føroyska havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, og í nøkrum førum eisini betur útgjørt.

Skipið er bygt í Spania, men ein partur er eisini gjørdur í Føroyum.

Hoyr innslag útvarpstíðindunum. 

 

Myndir frá móttøkuni í Nuuk leygardagin: 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807