Vit liva longri

Vit liva longri
Seinastu 35 árini er miðal livialdurin hjá kvinnum longdur 6,9 ár og hjá monnum 9,5 ár
Bæði hjá kvinnum og monnum er livialdurin longdur munandi tey síðstu nógvu árini.
 
09.05.2022 - 14:57

Føroyingar liva longur.

Í árunum 2020-21 er miðal livialdurin fyri kvinnur sløk 86 ár og fyri mannfólk stív 81 ár. Bæði hjá kvinnum og monnum er livialdurin longdur munandi tey síðstu nógvu árini.

Seinastu 35 árini er miðal livialdurin hjá kvinnum longdur 6,9 ár og hjá monnum 9,5 ár. Sostatt hava menninir drigið inn á kvinnurnar við 2,6 árum. 

Samanborið við miðal livialdurin í øðrum av heimsins londum liggja Føroyar í ovasta endanum. 

Longsti livialdurin er í Føroyum, Hong Kong, Macao, Japan og Sveits við 84-85 árum.

 

Øll norðurlond

Síðani koma 32 lond við livialdri 80-83 ár. Her eru øll norðurlondini, Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark, umframt Avstralia, Ísrael og flestu ES-londini.

Stytsti livialdurin er í afrikansku londunum Mali, Suður-Sudan, Somalia, Nigeria og Sierra Leone, har livialdurin er undir 60 ár.

Grønland liggur sum nummar 125. Har er miðal livialurin 71 ár.

Tølini um livialdur eru frá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985