Altjóða ráðstevna um lús

Altjóða ráðstevna um lús
Heimsins fremstu granskarar og vísindafólk á økinum vera við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Norðurlandahúsið verður karmur ráðstevnuna um laksalús.
 
09.05.2022 - 15:54

Ein stór altjóða ráðstevna um lús í alibrúkum byrjar í Norðurlandahúsinum í morgin. Tað er Fiskaaling, sum skipar fyri ráðstevnuni, undir heitinum "Sea Lice International Conference."

Talan er um eina ráðstevnum, sum longu skuldi verið hildin, men sum orsakað av koronu mátti útsetast.

Sambært Fiskaaling er talan um framløgur frá heimsins fremstu granskarum og vísindafólki á økinum, eins og umboðum fyri alivinnuna.

Lúsaavbjóðingin ger seg galdandi í alivinnuni kring allan heim, og ráðstevnan fer at leggja fram nýggjastu granskingarúrslit, eins og fleiri vinnufyritøkur siga frá loysnum, sum eru hava ment fyri at tálma lúsini.

Ráðstevnan byrjar í morgin klokkan 8.45, har Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, bjóðar vælkomið, og síðani setir Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, ráðstevnuna.

Hoyr Jóhonnu Lava Køtlum í útvarpstíðindunum:

 

1526439

 

Jóhanna Lava Køtlum er stjóri í Fiskaaling.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391