Málpolitikkur fyri Kringvarp Føroya

Um KVF›Okkara leiklutur
Málpolitikkur fyri Kringvarp Føroya
Endamálið við málpolitikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkunum
 
10-05-2022

Á heysti 2021 fór Kringvarp Føroya undir at orða ein greiðan málpolitikk fyri stovnin, soleiðis at stovnurin lýkur síni lógarásettu, málsligu krøv. Sum einasti miðil av sínum slagi framleiðir Kringvarpið tilfar á føroyskum, og tí er málið eitt av størstu ábyrgdarøkjunum hjá stovninum, og eigur stovnurin at ganga á odda, bæði tá ið tað kemur til at varðveita og at endurnýggja málið. 

Endamálið við málpolitikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum, at javnseta málið við onnur fak í Kringvarpinum og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkunum. 

Í oktober 2021 varð ein arbeiðsbólkur settur at snikka saman málpolitikk fyri stovnin. Í arbeiðsbólkinum vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið. Bólkurin kann tí sigast at vera breitt umboðaður. 

Arbeiðsbólkurin hittist umleið eina ferð um mánaðin og skrivaði politikkin í felag. Síðani varð politikkurin sendur starvsfólkunum í Kringvarpinum til hoyringar og at enda lagdur fyri kringvarpsstýrið í mai í ár. 

Málpolitikkurin er skipaður við yvirskipaðum reglum fyri tilfar á øllum miðlapallum hjá KVF, reglum um tekst, teksting og týðing, og síðani eru leiðreglur og tilmæli. 

Málpolitikkurin er ætlaður sum grundskjal, og tí skulu serskild undirskjøl gerast fyri at útgreina, hvussu málpolitikkurin skal fremjast í verki. Hetta arbeiðið verður gjørt innanhýsis á stovninum.

Les málpolitikkin her. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329

Um kvf css