Ikki bara siglingin, sum ávirkar fuglin

11.05.2022 - 18:00
InnlendisSamfelag
Ikki bara siglingin, sum ávirkar fuglin
Gunnar Skúvadal frá Sjóferðum heldur ikki, at støðan undir Vestmannabjørgunum er so álvarslig
Sjóferðir sigla við ferðafólki undir Vestmannabjørgunum. Á myndini Bjarki Skúvadal.

- Tað er rætt, at minni fuglur er í Vestmannabjørgunum, enn tað hevur verið. Men tað er ikki bara siglingin, sum er orsøkin. Tað er minni føði hjá fuglinum. Vit ansa eisini betur eftir, fyri ikki at órógva fuglin.

Tað sigur Gunnar Skúvadal, sum eigur fyritøkuna Sjóferðir, ið skipar fyri regluligum útferðum undir Vestmannabjørgunum.

Hann heldur ikki, at støðan er so álvarslig, sum Bergur Olsen, fuglafrøðingur, vildi vera við í útvarpinum í gjárkvøldið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Gunnar Skúvadal heldur ikki, at støðan við fuglinum í Vestmannabjørgunum er so álvarslig. Og tað er ikki bara siglingin, sum hevur skyldina. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552